Góðan morgun Føroyar

Elisabet byggir vøddarnar hjá sær upp í Las Vegas
27-01-2023
Elisabet Vang er professionelt bikini fitness-ítróttafólk, og í átta vikur er hon í Las Vegas og kannar síni ytstu mørk og venur hart fyri at vaksa um vøddarnar

Fyri nøkrum mánaðum síðani fekk Elisabet Vang tittulin sum professionellur atletur, sum merkir, at hon kappast í professionellu deildini innan fyri bikini fitness.

Fyri stuttum skifti hon eisini venjara og bleiv partur av Team Elite Physique. Nú er hon í Las Vegas og leggur dent á menning og at byggja vøddarnar hjá sær so nógv upp sum møguligt í átta vikur.

Tað merkir, at hon venur tvær ferðir um dagin seks dagar um vikuna og etur eftir strangari kostætlan. Hon etur vanliga eftir strangari kostætlan og venur hart alt árið, men hesar átta vikurnar kannar hon síni ytstu mørk og venur harðari enn vanligt.

Elisabet Vang er sera glað fyri møguleikan, sum hon hevur fingið at venja í Las Vegas saman við venjara sínum, og hon hevur sett sær stór mál í 2023.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Urd Johannesen lesur, veðrið
13-11-2026
Føroyskar sagnir, Høgni Mohr, Faðir vár
12-11-2026
Prát og veðrið
12-11-2026
Gullmedalja, rithøvundaupplestur og útróður
11-11-2026
Les føroyskt - Sissal Kampmann, veðrið
09-11-2026
Kapping og yrkingar í Kina
06-11-2026