Góðan morgun Føroyar

Ov høgt kolesterol vanligt í Føroyum
30-01-2023
Tað er vanligari í Føroyum enn aðrastaðni, at fólk hava arvaligt ov høgt kolesterol, vísir ph.d.ritgerð

Ov høgt kolesterol.

Tað er nakað, sum nógvir føroyingar hava. Hjá summum er orsøkin lívsstílur, meðan hjá øðrum snýr tað seg um arv.

Men nú er ein granskingarverkætlan liðug, har endamálið hevur verið at lýsa og meta um støðuna við kolesteroli í blóðnum í Føroyum og harafturat at kanna møguligar orsøkir til og títtleikan av ættar-hyperkolesterolemi í Føroyum - altso arvaligum ov høgum kolestroli.

Tað er Sanna á Borg, lækni á Landssjúkrahúsinum, sum hevur gjørt ph.d. ritgerð um evnið, og fríggjadagin vardi Sanna á Borg ritgerðina um arvaligt høgt kolestrol.

Í morgunsendingini greiðir Sanna á Borg frá granskingarverkætlanini og úrslitunum av stóra kannignararbeiðinum.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Urd Johannesen lesur, veðrið
13-11-2026
Føroyskar sagnir, Høgni Mohr, Faðir vár
12-11-2026
Prát og veðrið
12-11-2026
Gullmedalja, rithøvundaupplestur og útróður
11-11-2026
Les føroyskt - Sissal Kampmann, veðrið
09-11-2026
Kapping og yrkingar í Kina
06-11-2026