Á Breddanum: Vinningsbýti í BankNordik og ADHD

Á Breddanum: Vinningsbýti í BankNordik og ADHD
Bankin ætlar at lata 70 prosent av avlopinum í vinningsbýti til partaeigararnar, men løgmaður hevur fult álit á nevndini í BankNordik
Erhard Joensen og Erling Eidesgaard, løgtingsmenn, kjakast um BankNordik í Breddanum fyrrapartin.
 
31.01.2023 - 09:34

Løgmaður hevur fult álit á nevndini í BankNordik, sum um vikuskiftið kunngjørdi ætlanir um, at partaeigararnir í bankanum skulu fáa  upp í 70 prosent av yvirskotinum í vinningsbýti. 

Hetta sigur Aksel V. Johannesen, hóast hann var løgmaður fyri seks árum síðan, tá núverandi forkvinnan í bankanum bleiv koyrd til hús sum forkvinna í Fíggingargrunninum av táverandi landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum, tí bankin hevði goldið eitt stórt vinningsbýti til partaeigararnar. 

Erhard Joensen í Sambandsflokkinum og Erling Eidesgaard í Tjóðveldi koma í útvarpsstovuna at kjakast um almenna ognarlutin í bankanum, eftir nýggju fráboðanina um størri vinningsbýti. 

Í sendingini í dag verður eisini varpað ljós á ADHD, tí millum fimm og 10 fólk leggjast aftrat á listanum hvørja viku at fáa útrgeining fyri ADHD á psykiatriska deplinum. 

Breddin í útvarpinum klokkan 10. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. apríl
Hendingar á Løgtingi og Fólkatingi (2:2)
206594
Fríggjadag 3. apríl
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
206588
Fríggjadag 3. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 3.apríl 2026
205931
Hósdag 2. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206570
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. apríl
KAKUMiKS 2 (3:7)
206554
Fríggjadag 3. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
206597
Hósdag 2. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206563