Góðan morgun Føroyar

Joe and the shitboys á konsertferð í Kanada
31-01-2023
Tónleikabólkurin Joe and the shitboys er fyri fyrstu ferð á konsertferð uttanfyri Evropa. Í løtuni spæla teir fleiri konsertir ymsa staðni í Kanada

Fríði Djurhuus, Jónsvein Mikkelsen, Sigmund Zachariassen og Ólavur á Skipagøtu eru Joe and the shitboys. Teir eru júst nú á konsertferð í Kanada.

Fríði Djurhuus gleðist um møguleikan, sum teir hava fingið, og sigur, at tað er sera øðrvísi og stuttligt at vera í Kanada og spæla konsertir.

Teir hava havt fleiri konsertir ymsa staðni í Kanada, og morgunsendingin fekk orðið á Fríða, meðan hann var á flogvøllinum í Calgary á veg til Winnipeg.

Tíverri varð eitt flogfar avlýst, so teir gjørdust ov seinir til konsertina í Winnipeg. Men teir halda fram við konsertferðini, og eftir eru býirnir Montreal og Toronto.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Urd Johannesen lesur, veðrið
13-11-2026
Føroyskar sagnir, Høgni Mohr, Faðir vár
12-11-2026
Prát og veðrið
12-11-2026
Gullmedalja, rithøvundaupplestur og útróður
11-11-2026
Les føroyskt - Sissal Kampmann, veðrið
09-11-2026
Kapping og yrkingar í Kina
06-11-2026