Atlantsflog fær byggiloyvi til simulator

Atlantsflog fær byggiloyvi til simulator
Íløgan er góðar 100 mió. kr.
Tá skrivað var undir sáttmálan um simulatorin til Atlantsflog í juni í fjør.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
01.02.2023 - 08:23

Bygdaráðið í Sørvági hevur samtykt at geva Atlantic Airways byggiloyvi til simulator á vinnuøkinum á Hálsi.

Atlantic Airways hevur stovnað flogskúla í Vágum. Hann verður oman fyri Hotel Vágar.

Íløgan er góðar 100 mió. kr.

Ætlanin er, at útlendskir tyrluskiparar eisini skulu brúka simulatorin í flogskúlanum.

Tyrlusimulatorurin verður væntandi klárur í fyrsta ársfjórðingi næsta ár. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520
Mánadag 16. november
Veðrið
216486
Mánadag 16. november
Bygdarliv 4 – Eiði
216470
Sunnudag 15. november
Møti hjá Brøðrasamkomuni.
216442