Góðan morgun Føroyar

Rentuhækkingarnar halda fram
01-02-2023
Rentan hækkar aftur í dag. Tað er fjórðu ferð í fimm mánaðir, at rentan fyri bústaðarlán hækkar

Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur, greiðir frá, hví rentan aftur hækkar í dag. Hann greiðir eisini frá, at rentan fer at hækka eitt sindur afturat í februar, og so verða møguliga fleiri rentuhækkingar afturat seinni í ár.

Orsøkin er, at rentan er eitt gott amboð at tálma eftirspurninginum og inflatiónini. Tó verður roknað við, at inflatiónin verður verandi í ár og næsta ár, samstundis sum at prísstøðið verður verandi, sum tað er, og altso ikki fer at minka, sigur Johnny í Grótinum.

Fyri sethúsaeigarar merkja rentuhækkingarnar fleiri túsund krónur meira hvønn mánað, heilt upp í 6-7000 krónur fleiri fyri tey, sum hava keypt hús fyri fýra milliónir, sum var miðalprísurin fyri sethús í Havnini í fjør til dømis.

Avleiðingin av rentuhækkingunum er eisini, at sethúsaprísirnir minka nakað og halda fram at minka komandi mánaðirnar, vænta Johnny í Grótinum.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Urd Johannesen lesur, veðrið
13-11-2026
Føroyskar sagnir, Høgni Mohr, Faðir vár
12-11-2026
Prát og veðrið
12-11-2026
Gullmedalja, rithøvundaupplestur og útróður
11-11-2026
Les føroyskt - Sissal Kampmann, veðrið
09-11-2026
Kapping og yrkingar í Kina
06-11-2026