Finski forsætisráðharrin vitjar svenska starvsbróðurin

Finski forsætisráðharrin vitjar svenska starvsbróðurin
Nato-limaskapurin verður høvuðsevnið á fundinum millum báðar forsætisráðharrarnar
Sanna Marin er fyrsti útlendski stjórnarleiðarin, sum vitjar Ulf Kristersson, síðani hann gjørdist forsætisráðharri í Svøríki.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
02.02.2023 - 13:37

Finski forsætisráðharrin, Sanna Marin, er komin til Svøríkis at hitta svenska starvsbróðurin, Ulf Kristersson. 

Fundurin teirra millum fer at snúgva seg um umsóknirnar um limaskap í Nato.

Hetta er fyrstu ferð, síðani Ulf Kristersson gjørdist forsætisráðharri, at hann fær stjórnarleiðara á vitjan.

Fundurin fer yvirhøvur at snúgva seg um uppsteðgaðu tilgongdina at fáa Finnland og Svøríki upp í Nato. 

 

Turkaland sigur nei

Londini bæði søktu um limaskap í mai mánaði í fjør, men Turkland hevur steðgað tilgondini. 

Í gjár segði turkiski forsetin, Recep Tayyip Erdogan, at hann er jaligur um finskan limaskap, men ikki um svensku umsóknina.

Eftir fundin verður felags tíðindafundur við Marin og Kristersson.

Týski vinnumálaráðharri,n Robert Habeck, kemur eisini á vitjan í Svøríki í dag. 

Hann skal m.a. á fund við svenska varaforsætisráðharran, Ebbu Busch, skrivar NTB.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 18. juli
RagnarRokk: Erica Stoltz um Heat Lightning
194126
Fríggjadag 18. juli
Morgunlestur fríggjadagur 18.juli 2025
194089
Hósdag 17. juli
Morgunlestur hósdagur 17.juli 2025
194088
Mikudag 16. juli
Vit nerta við vaksin og skermar
194561
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. juli
Lívia Mattos í løtuni á G!
194633
Hósdag 17. juli
Benjamin Rajani & Jónas Gaard á G!
194619
Mikudag 16. juli
3-2
194579
Mikudag 16. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
194550
Týsdag 15. juli
Veðrið
194514