Hybridbilar missa 70.000 kr. í afturbering

Hybridbilar missa 70.000 kr. í afturbering
Í løtuni kostar ein plug-in hybridbilur 395.000 kr., tá afturberingin úr landskassanum er við
Plug-in hybridbilar missa afturberingina úr landskassanum 1. juli. (Savnsmynd)
 
03.02.2023 - 08:29

Tey, sum keypa sær ein plug-in hybridbil eftir 1.juli í ár, missa 70.000 kr., sum tey fáa í afturbering úr landskassanum til 1.juli.

Í einari samanbering, sum átta bilasølur hava sent fíggjarnevndini hjá løgtinginum, kostar ein plug-in hybridbilur 395.000 kr., tá afturberingin úr landskassanum er við.

Eftir ætlaðu broytingina í lógini, sum skal koma í gildi 1.juli, verður prísurin 530.000 kr., tí virðisgjaldið hækkar.

So leingi afturberingin er, fær landskassin 118.800 kr.

Men tá hon ikki er longur, fær landskassin 252.600 kr., siga bilasølurnar.

Í yvirlitinum hjá bilasølunum, sum umfatar allar bilar uttan elbilar, er vinningurin hjá bilasølunum úr 30.000 krónum upp í 32.400 krónur fyri hvønn seldan bil.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Leygardag 11. juli
HM-tíðindi 11. juli 2026
210819
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815