- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar

Hetjubræv
03-02-2023
Í samband við, at tað er altjóða kvinnudagur 8. mars, bjóða Bókasavnið við Løkin, Løkshøll og Kongshavnar Kvinnufelag tær at skriva eitt bræv til eina kvinnu.
Tey skriva:
- Hvør er tín hetja? Er har ein ávís føroysk ella útlendsk kvinna, livandi ella deyð, ið hevur givið tær íblástur ella hevur verið tín fyrimynd í gerandisdegnum, arbeiðslívinum, ella sum hevur ávirkað teg hugsjónarliga, listarliga ella menniskjaliga?
Nú ber til hjá øllum, at skriva eitt sokallað hetjubræv, til eina gentu/kvinnu, sum hevur verið tín fyrimynd.
Urd Johannesen og Oyvør Jacobsen úr Runavíkar kommunu, vilja varpa ljós á tær kvinnurnar, sum á onkran hátt hava gjørt mun hjá fólki.
Bæði kvinnur og menn, gentur og dreingir, kunnu skriva eitt hetjubræv, ið seinni verður víst fram.

Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500