Góðan morgun Føroyar

Kyn skipar aftur í ár fyri seksualundirvísing kring landið
03-02-2023
Felagsskapurin Kyn leggur serligan dent á eitt evni hvørt ár, hóast undirvísingin fevnir víða, og í ár verður dentur lagdur á kynssjúkur og fyribyrging

Talið av klamydia og gonoré tilburðum veksur árliga, sigur Marin í Dali, lækni, sum hevur stovnað Kyn. Tí varpa tey eisini ljós á kynssjúkur í ár og framleiða ein føroyskan film um kynssjúkur.

Tað kann hugsast, at ung ikki er nóg røsk at nýta fyribyrging móti kynssjúkum, tá ið talið er vaksandi.

Fleiri ung hava eisini eitt nú klamydia uttan at vita av tí, sigur Marin í Dali.

Harafturat ger Kyn eina kanning á netinum, sum snýr seg um kynssjúkur og fyribyrging. Kanningin verður almannakunngjørd á almennum tiltaki í Perluni hóskvøldið 9. februar.

Hetta er fjórða árið, at Kyn hevur seksualundirvísing kring landið. Maria Reynstind, bachelor í atferðarvísind, er í nevndini hjá Kyni. Hon greiddi frá undirvísingini, og hvussu tey hava fyrireikað seg til viku sex í ár.

Maria sigur eisini, at ung kundu hugsað sær meira seksualundirvísing, og tí heldur hon, at mann eigur at raðfesta tað hægri politiskt í Føroyum.

Harumframt átti mann at gjørt hítir meiri atkomiligar, tí tað er tann besti hátturin at fyribyrgja kynssjúku.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Urd Johannesen lesur, veðrið
13-11-2026
Føroyskar sagnir, Høgni Mohr, Faðir vár
12-11-2026
Prát og veðrið
12-11-2026
Gullmedalja, rithøvundaupplestur og útróður
11-11-2026
Les føroyskt - Sissal Kampmann, veðrið
09-11-2026
Kapping og yrkingar í Kina
06-11-2026