- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kvørnin

"Ókendir" er heitið á sjálvnevndu debut-útgávuni við føroyska tónleika-kollektivinum, sum fyri fyrstu ferð veruliga gjørdi vart við seg í tónleikakappingini Sement í fyrraárið, tá bólkurin tryggjaði sær pláss í finalu umfarinum.
Yvirskipað er talan um eina føroyska rapp tónleikaútgávu við lagføgrum, sangbærum niðurløgum, har tónleikastílurin ferðast víða líka frá skrappum suðurstats-trappi til kalypso stev.
Í tíðindaskrivið verða tey 11 løgini á útgávuni "Ókendir" lýst sum løtur og brot úr lívinum hjá føroyingum í aldrinum millum 20 og 30 ár. Tekstirnir eru allir á føroyskum og snúgva seg mest um kærleika, hjartasorg, ball, balladu og alt tað, sum liggur har ímillum.
Skotsmál:
9/10 stjørnur: Páll Oddur Rubbeksen.
8/10 stjørnur: Regin Toftegaard.
Eyðfinn Jensen er vertur.

Kvørnin
Í Kvørnini verða føroyskar tónleikaútgávur ummældar.
Í útvarpsstovuni eru vanliga tvey tónleikaáhugað fólk saman við vertinum Eyðfinn Jensen.
Fyritreyt fyri at ummæla í Kvørnini er brennandi áhugi fyri tónleiki, dirvi og hugur at siga sína hjartans meining.






