Hansina fekk heiðursskjal Poul E. Petersen

Hansina fekk heiðursskjal Poul E. Petersen
Hansina á Plógv hevur fingið heiðursskjal Poul E. Petersens fyri sítt drúgva arbeiði fyri róðrardeildina hjá Sandavágs Ítróttafelag.
Hansina hevur mong ár á baki í róðrardeildini í Sandavági. Bæði sum róðrarfólk, venjari, nevndarfólk og seinastu 35 árini sum forkvinna. 
04.02.2023 - 21:23

Uttan øll tey, sum brúka sína frítíð ólønt at arbeiða fyri ítróttin, ber als ikki til. Eldsálirnar hava stóran týdning, bæði fyri ítróttarfeløgini, og fyri ítróttin yvirhøvur. 

Heiðursskjal Poul E. Petersen verður latið eini eldsál, sum í eitt mannaminni hevur tænt ítróttinum á serstakan hátt.

Og í ár hevur ÍSF latið Hansinu á Plógv heiðurskjalið fyri sítt ótroyttiliga, sjálvbodna arbeiði fyri róðrarfelagið í Sandavági. 

 

Ein ordilig eldsál

Hansina hevur mong ár á baki í róðrardeildini í Sandavági. Bæði sum róðrarfólk, venjari, nevndarfólk og seinastu 35 árini sum forkvinna. 

Og hóast hon er vorðin 70 ár, so er hon enn virkin í felagnum. So seint sum síðsta summar sat hon sum róðursmaður á fleiri stevnum. 

Ungdómsítróttur í smærri bygdunum kann vera trupul, tí tey ungu mangan leita sær av bygdini millum annað í lestrarørindum. Men Hansina hevur altíð lagt nógva orku í at gera róðrarumstøðurnar góðar sum møguligt, soleiðis at tey ungu framhaldandi tíma og vilja rógvingina. 

Hon hevur verið til at bygt neystið, og so hevur hon lagt nógva orku í at manna barnaróðrarbátarnar og framhaldandi stimbra og menna rógvararnar. 

- Kappróðurin er hennara havi, og trøini eru børnini tey ungu. Soleiðis plagdi hon sjálv at taka til, tí kappróðrarøkið var hennara økið, sigur Heðin Samuelsen, fyrrverandi limur í kappróðrarnevndini hjá Sandavágs ítróttafelag, millum annað. 

- Hon er ein ordilig eldsál fyri felagið. Eg veit ikki, hvar kappróðurin í Sandavági hevði verið, um tað ikki var fyri Hansinu, sigur Beinta Henriksen, sum tilnevndi Hansinu at fáa heiðurskjalið. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. juli
Søgan um Johnny Cash 1.partur
210479
Leygardag 4. juli
HM-tíðindi 4. juli 2026
210516
Leygardag 4. juli
Radio Stjernekilde - Partur 7
209133
Fríggjadag 3. juli
Vikuskiftið 3. juli 2026
210491
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf dreingir 17-18
210521