Ógreitt nær lønarsamráðingar verða tiknar uppaftur

Ógreitt nær lønarsamráðingar verða tiknar uppaftur
Seks fakfeløg á almenna arbeiðsmarknaðinum vóru farin at samráðast, tá ið valið var útskrivað í november
Í løtuni er óvist, nær samráðingarnar við fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum verða tiknar uppaftur.
 
03.02.2023 - 17:00

Enn er ógreitt, nær sáttmálasamráðingar á almenna arbeiðsmarknaðinm verða tiknar uppaftur.

Jan Mortensen, leiðari á lønardeildini hjá Fíggjarmálaráðnum, segði herfyri, at hann væntaði, at tær vórðu tiknar uppaftur í hesi vikuni.

Nú sigur hann, at hann veit ikki, nær tær byrja aftur. Ætlanirnar, sum landsstýrið hevur um at stytta arbeiðsvikuna, skulu eisini hugsast inn í samráðingarnar.

Seks fakfeløg vóru farin at samráðast, tá ið valið var útskrivað í november.

Tey eru Lærarafelagið, Akademikarafelagið, lærarar á Vinnuháskúlanum, Kommunulæknafelagið, Havnar arbeiðskvinnufelag og so Heilsurøktarfelagið, har Komunala Arbeiðsgevarafelagið eisini er við í samráðingunum.

Nøkur av feløgunum hava sett fram síni krøv.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
RagnarRokk: Fernando Ribeiro um Far From God
215799
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890