Færri bilar í Eysturoyartunlinum í januar

Færri bilar í Eysturoyartunlinum í januar
Talið hevur ikki verið minni síðani í februar í fjør
Ferðslan í Eysturoyartunlinum minkaði í januar samanborið við desember.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
06.02.2023 - 09:12

Færri bilar koyrdu í Eysturoyartunlinum í januar enn í desember.

Í januar vóru bilarnir 4.958. Teir vóru 5.137 í desember.

Talið hevur ikki verið minni síðani í februar í fjør.

Í januar í fjør vóru 3.190 bilar.

 

Størri ferðsla í hinum tunlunum

Í hinum báðum undirsjóvartunlunum var ferðslan størri í januar enn í desember.

Í Norðoyatunlinum vóru 3.502 akfør í januar. Í desember vóru tey 3.415. Í januar í fjør vóru akførini 3.355.

Í Vágatunlinum vóru 2.215 akfør í januar. Tey vóru 2.104 í desember.

Í januar í fjør vóru tey 1.911.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. juli
Vikuskiftið 3. juli 2026
210491
Fríggjadag 3. juli
HM-tíðindi 3. juli 2026
210478
Fríggjadag 3. juli
Morgunlestur
210452
Hósdag 2. juli
RagnarRokk 2.juli 2026
210388
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. juli
Veðrið
210489
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360