- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar

Í Føroyum hevur ikki verið vanligt, at fólk, sum hava verið til handils, verða steðgað við dyrnar av starvsfólki og biðin um at vísa, hvat er í posum og taskum.
Men hetta upplivdu kortini fleri í síðstu viku. Tað var í sambandi við upplatingartilboð, sum vóru í Elding í SMS, nú nýggjur handil læt upp.
Ein, ið var biðin um at vísa, hvat var í posanum, bleiv skakkur og sintur og fór á facebook at gera vart við sína ónøgd. Í kjalavørrinum á dagføringini kom drúgt kjak.
Jógvan Páll Lassen, advokatur, sigur, at handilsfólk hava rætt til at kanna posar hjá viðskiftafólki. Og tað er ikki bara galdandi fyri fólk, sum eru undir illgruna at stjala, leggur hann aftrat.
