Kampus: Fyrsta byggistig kostar 24 mió. kr.

Kampus: Fyrsta byggistig kostar 24 mió. kr.
Skúlabygningarnir á Frælsinum, gamli Venjingarskúlin og Læraraskúlin, skulu høvuðsumvælast og umbyggjast
Skúlabygningarnir á Frælsinum skulu brúkast til kampus hjá Fróðskaparsetrinum.
 
08.02.2023 - 09:25

Fyrsta byggistig, nú seturskampus skal gerast á Frælsinum í Havn, skal í mesta lagi kosta 24 mió. kr.

Tá eru projektering og innbúgv tald við.

Barna- og útbúgvingarmálaráðið hevur gjørt uppskot um verklagslóg.

Skúlabygningarnir á Frælsinum, gamli Venjingarskúlin og Læraraskúlin, skulu høvuðsumvælast og umbyggjast. Teir skulu brúkast til kampus hjá Fróðskaparsetrinum.

 

 

Samlaði kostnaðurin 144 mió. kr. 

Byggiætlanin er í nøkrum stigum, hetta til 2029. Tey kosta 144 mió. kr.

Leigusáttmálin hjá Fróðskaparsetrinum við Tórshavnar havn um Sjóvinnuhúsið fer úr gildi í seinasta lagi 1.september 2027. 

Og hann verður neyvan longdur, tí Tórshavnar kommuna hevur boðað frá, at kommunan ætlar at nýta hølini í Sjóvinnuhúsinum til kommunalu fyrisitingina. 

Miðað verður eftir, at alt virksemi hjá Setrinum í Sjóvinnuhúsinum er flutt á Frælsið á sumri 2025.

Uppskotið hevur sum skilst skund. Tað var sent til hoyringar í gjár. Hoyringarfreistin er tríggjar dagar, hon er til á middegi fríggjadagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 20. mars
Heðin Brú 1:2
189508
Hósdag 20. mars
Foytar greyðir 2025 - teknmálstulkað
189466
Mikudag 19. mars
Ein søga um 45 ár (3:3)
189445
Mikudag 19. mars
Ein søga um 45 ár (2:3)
189444
Týsdag 18. mars
Veðrið
189386