Bóndin í Kaldbaksbotni hevur ikki vitað um sovorðið ódnarveður

Bóndin í Kaldbaksbotni hevur ikki vitað um sovorðið ódnarveður
VIDEO & MYNDIR: Fjósið hjá bóndanum í Kaldbaksbotni hevur staðið síðani í sekstiárunum, men fór í einum av grundini í ódnarveðrinum í nátt
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
08.02.2023 - 15:45

Hvørki Jákup Petersen, bóndi í Kaldbaksbotni, ella mamma hansara hava vitað um sovorðið veður. 

Fjósið hjá Jákupi Petersen, bónda, sum hevur staðið í Kaldbaksbotni síðani í sekstiárunum, men í ódnarveðrinum í morgun fór tað í einum av grundini. 

20230208_NET_FJOS_KALDBAK_BONDI

 

Myndamaður Kringvarpsins, Bjarni Árting Rubeksen, var og skjalfesti upptakið, eftir at fjósið hjá bóndanum í Kaldbaksbotni fór í ódnarveðrinum. 

 

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

Fjósagrundin stendur einsamøll eftir sum ein vitnisburður um ógvusligu kreftirnar, ið vóru upp á spæl í Kaldsbaksbotni í morgun. 

Fjósið í Kaldbaksbotni fóru í einum av grundini, áðrenn tað endaði við fjøruna og fjørðin.

Sjálv tromin á fjósinum endaði hinumegin Kaldsbaksfjørð, meðan aðrir partar av fjósinum lógu í fjøruni Kaldbaksmegin.

Lítið og einki var eftir av fjósinum uttan sjálv grundin. 

Jákup Petersen, bóndin, hjálpir til við upptakinum. 

Tað fløddi rættiliga nógv í Kaldbaksbotni í dag, og tað tarnaði ruddingararbeiðinum. 

Sjálvur veit Jákup Petersen, bóndi, ikki um sovorðið veður í Kaldbaksbotni. 

Fleiri starar og annar fuglur, ið krokaðu í fjósinum, náddu ikki út, tá fjósið fór í ódnarveðrinum. 

Hvør av øðrum liva má, so rovfuglar høvdu gjørt sær dælt av hesari dúgvuni, ið læt lív, tá hon sat undir tromini í fjósinum og krokaði í ódnarveðrinum.

Tórshavnar sløkkilið var á staðnum og tók leivdirnar av fjósatromini, sum endaðu hinumegin Kaldbaksfjørð, upp. 

Tromin fór í bæði størri og minni petti.

Nógv av tilfarinum kundi takast upp við hond. 

Nógv stykkir vóru so mikið stór, at tað mátti krani til at fáa tey upp úr fjøruni. 

Hann øtlar vindin aftur í kvøld, og tí var umráðandi at fáa tikið tilfarið frá fjósinum upp, áðrenn vindurin veksur.

Sovorðið uppruddingararbeiði krevur eina trygga hond. 

Hann makaði vindin so mikið um middagsleitið, at tað var ráðiligt at taka tilfarið frá fjósinum í Kaldbaksbotni upp. 

Í útvið seksti ár stóð fjósið í Kaldbaksbotni, men nú er tað farið. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 5. oktober
Plátupanelið #021 (Break Up-plátur)
181685
Leygardag 5. oktober
Jambalaja - 051024
181682
Leygardag 5. oktober
Upp á tá - 041024
181681
Leygardag 5. oktober
Vikan - 5. oktober 2024
181672
Leygardag 5. oktober
Morgunlestur leygardagur 5. oktober 2024
180903
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
181622
Fríggjadag 4. oktober
Veðrið
181647
Hósdag 3. oktober
Sært tú fuglin? II (1:2)
181586
Mikudag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
181510
Týsdag 1. oktober
Veðrið
181488