Góðan morgun Føroyar

Landstýrismaðurin fer at taka tilmælið um betri seksualundirvísing í álvara
09-02-2023
Fleiri felagsskapir mæla til at broyta seksualundirvísingina í fólkaskúlum og miðnámsskúlum, og landsstýrismaðurin, Djóni Nolsøe Joensen, fer at kanna málið

Felagsskapurin Kyn hevur seksualundirvísing ein blokk um árið í miðnámsskúlunum, og tey siga, at ung sakna meira seksualundirvísing.

Teirra greiða viðmæli saman við øðrum, sum t.d. Føroya politi, apoteksverkinum, Amnesty, Fólkaheilsuráðnum, Gigni, Sig frá o.s.fr. er, at ung eiga at læra meira um eitt nú kropslig mørk og seksuella heilsu.

Í vikuni hava Sig frá og Amnesty Føroyar eisini sent landsstýrismanninum í barna- og útbúgvingarmálum tilmæli um at styrkja læringsøkið, sum eitur "heilsukunnleiki og seksualupplýsing".

Harafturat vaksa tilburðirnir av kynssjúkunum klamydia og gonoré árliga, so Kyn segði í morgunsendingini síðsta fríggjadag, at kanska áttu hítir at verið meira atkomiligar hjá ungum, tí hítir eru besta fyribyrgingin móti kynssjúkum.

Hesum er Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður á økinum samdur í.

Vit hoyra, hvat nøkur ung á Glasi halda um seksualundirvísingina og fyribyrging, serliga atkomiligheitina til hítir í dag.

Síðani greiðir landsstýrismaðurin frá, hvussu seksualundirvísingin er skipað í dag, og hvat hann heldur skal kannast og broytast.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Urd Johannesen lesur, veðrið
13-11-2026
Føroyskar sagnir, Høgni Mohr, Faðir vár
12-11-2026
Prát og veðrið
12-11-2026
Gullmedalja, rithøvundaupplestur og útróður
11-11-2026
Les føroyskt - Sissal Kampmann, veðrið
09-11-2026
Kapping og yrkingar í Kina
06-11-2026