Grava lík í Hvannasundi uppaftur

Grava lík í Hvannasundi uppaftur
Løgreglan fer at gera nýtt líksýn av 16 ára gomlu gentuni, sum varð funnin deyð við byrgingina í Hvannasundi í fjør
Líkið av 16 ára gomlu gentuni, ið varð funnin deyð við byrgingina í Hvannasundi í november í fjør, varð í dag grivið uppaftur og skal líksýnast av nýggjum
Mynd: J. Herluf Sørensen  
 
04.09.2013 - 15:35

Løgreglan hevur gjørt av at grava líkið av einari 16 ára gamlari gentu í Hvannasundi, sum varð funnin deyð við byrgingina 21. november í fjør, uppaftur.

Líksýnið vísti ikki meiri um orsøkina, hví kvinnan var deyð.  Kvinnan hevði samband við unga mannin, sum er skuldsettur fyri drápsroynd í Norðdepli 14. juli í ár. Tey høvdu áður verið par.

Bergleif Brimvík, leiðari á kriminaldeildini, sigur, at nýtt líksýn skal gerast, og tí verður líkið grivið uppaftur.

- Vit taka hetta stigið fyri at binda um heilan fingur, sigur hann.

Ferðaliðið hjá donsku løgregluni er í hesum døgum í Føroyum og hjálpir til at endurskapa tilburðin í Norðdepli 14. juli.

 

Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672