- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar

Góðar søgur tróta ikki hjá teimum tilkomnu
13-02-2023
Ditte Mathilda Joensen er nýggjur blaðstjóri á Fyndini. Hon hevur í mong ár starvast sum fotografur og grafikari.
Tað tykist ofta sum, at tey eldru verða skúgvað til viks í samfelagskjakinum, heldur Ditte Mathilda Joensen.
Sjónarmið og hugsanir, sum tey eldru hava upp á hjarta, skulu virðismetast hægri, enn tey verða í dag.
Tað kennist sum ein framíhjárættur at kunna vera við til at siga frá hesum, vísir nýggi blaðstjórin á.

Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500