- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eiga at seta mark fyri mvg-afturbering fyri el-bilar
Mark eigur at vera fyri, nær el-bilar kunnu fáa meirvirðisgjald afturborið.
Tað skal forða fyri, at prísirnir á el-bilum verða skrúvaðir óneyðuga nógv upp.
Tað sigur El-bilafelagið í hoyringarskrivi í sambandi við lógaruppskot um at broyta mvg-afturbering og skrásetingargjald fyri el-bilar.
Stuðulin skal lækka
Landsstýrið arbeiðir í løtuni við einum lógaruppskoti um stigvíst at lækka stuðulin til at keypa el-bilar. Haraftrat skal stuðulin til hybrid- og plug-in bilar takast av.
Í dag fáa hybridbilar og plug-in hybridbilar meirvirðisgjaldið afturborið, tó í mesta lagi 70.000 krónur, meðan el-bilar fáa upp til 70.000 kr í mvg-afturbering. Haraftrat sleppa teir undan at rinda virðisgjald.
- Men vit eiga ikki bara at avtaka mvg-afturbering fyri hybrid- og plug-in hybridbilar. Tíðin er komin til at seta prísloft á fyri mvg-afturbering til el-bilar, heldur El-bilafelagið, so stuðul ikki verður latin til luksusbilar.
600.000 kr.
Markið kundi til dømis verið, um søluprísurin er 600.000, heldur felagið.
Hava fólk ráð til so dýran bil, kunnu tey eisini rinda meirvirðisgjald, er grundgevingin.
Haraftrat fyribyrgir ein tílík skipan, at bilasølurnar skrúva prísirnar óneyðuga nógv upp, heldur El-bilafelagið.
Innkeypsprísir
Í málinum á heimasíðuni hjá løgtinginum ber til at síggja, hvat innkeypsprísurin er á el-bilum, sum eru komnir til landið. Tað vil siga uttan skrásetingargjald, mvg og Gatt-toll.
Eitt dømi um sokallaða CiF-virðið er Renault Zoe, sum kostar 177.203 krónur at keypa inn sambært listanum. Ein ID3 Volkswagen kostar 248.164 krónur, og Tesla, model 3, kostar 361.362 at keypa inn sambært listanum. Aftrat hesum skulu so leggjast vinningur, møguligur Gatt-tollur og upphøgging.
Kanning løgd til viks
Kappingareftirlitið arbeiðir við at kanna bilasølu í Føroyum, men hon er fyribils løgd til viks.
Um hon verður tikin framaftur, veldst um orku, og hvørji mál verða raðfest, sigur Terji Sigurðsson, deildarstjóri í Kappingareftirlitinum.
Tann parturin av kanningini, sum er liðugur, vísti, at føroyskar bilasølur fáa munandi størri vinning burtur úr søluni enn bilasølur í Danmark.