Fiskaútflutningurin í Grønlandi vaks 74 mió. kr.

Fiskaútflutningurin í Grønlandi vaks 74 mió. kr.
Prísirnir á rækjum, toski og svartkalva eru hækkaðir nógv seinasta árið
Útflutningsvirðið á svartkalva er vaksið meira enn 152 prosent í januar.
Mynd: Semitsiaq  
 
13.02.2023 - 14:59

Útflutningsvirðið av sjófeingi í Grønlandi gjørdi eitt stórt lop í januar.

Í januar í ár var virðið 273 milliónir krónur, og tað eru 74 milliónir krónur meira enn útflutningurin í januar í 2022. Vøksturin er 37,1 prosent.

Grønlendska hagstovan upplýsir, at tað serliga eru prísirnir á rækjum, toski og svartkalva, sum eru hækkaðir nógv seinasta árið.

 

Rækjuútflutningurin minkaður

Útflutningurin av rækjum minkaði í nøgd við 16,9 prosentum, men samlað var talan um eina virðisøking, tí prísirnir hækkaðu 27,2 prosent.

Útflutningurin av toski vaks 18,9 prosent í nøgd og heili 52,9 prosent í virði.

Samanborið við januar 2021 og januar í ár vaks útflutningsvirði av svartkalva 152,5 prosent. Nøgdirnar vuksu 125 prosent og kiloprísurin 12,2 prosent.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 6. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206641
Mánadag 6. apríl
Várkonsert 2026 (2:2)
206038
Sunnudag 5. apríl
Evangeliskur fundur í Ebenezer
206632
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 6. apríl
Meistarans hond
206650
Mánadag 6. apríl
Andakt
206647
Mánadag 6. apríl
Gudstænasta úr Havnar kirkju
206638
Sunnudag 5. apríl
Andaktin páskadag við Gimma Olsen
206635
Sunnudag 5. apríl
Kim og Føroya Symfoniorkestur 2026
206634