Ferðavinnan: Tilknýti til Schengen hevur stóran týdning

Ferðavinnan: Tilknýti til Schengen hevur stóran týdning
Landsstýrið hevur skotið upp at broyta útlendingalógina við ríkislógartilmæli, so nýggju ES-reglurnar eisini verða brúktar í Føroyum
Tað er ein fortreyt fyri, at galdandi lóggáva á hesum økinum í Føroyum og Danmark er á leið tann sama, sigur Ferðavinnufelagið í hoyringarsvari.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
14.02.2023 - 10:32

Ferðavinnan tekur undir við, at útlendingalógin verður broytt, so hon svarar til donsku Schengenskipanina.

Fyri at Føroyar framhaldandi skulu knýtast til donsku skipanina í Schengensamstarvinum og  varðveita støðuna í norðurlendsku passuniónini, er tað av stórum týdningi, at neyðugu broytingarnar verða gjørdar í útlendingalógini.

Tí tað er ein fortreyt fyri, at galdandi lóggáva á hesum økinum í Føroyum og Danmark er á leið tann sama, sigur Ferðavinnufelagið í hoyringarsvari.

Tey seinnu árini eru í ES samtyktar ein røð av ES-fyriskipanum, sum hava stóran týdning fyri Schengensamstarvið og marknaeftirlitið, og fyri stríðið móti brotsverkum tvørtur um landamørk í ES. 

 

Portur inn í Schengen

Føroyar eru ikki limur ella partur í Schengen, men hava eitt “portur” inn í Schengenøkið. 

Til tess krevst, at eftirlitið við inn- og útferð í Føroyum er eftir somu reglum sum í Schengenøkinum. Og at atgongd er til felags skrásetingarskipanina.

Schengensamstarvið er um eitt felags øki uttan innaru landamørk. Einki persónseftirlit er við felags landamørkini í Schengenøkinum.

Nú hevur landsstýrið skotið upp at broyta útlendingalógina við ríkislógartilmæli, so nýggju ES-reglurnar eisini verða brúktar í Føroyum. 

Í Danmark komu hesar reglur í gildi í 2021.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 20. mars
Heðin Brú 1:2
189508
Hósdag 20. mars
Foytar greyðir 2025 - teknmálstulkað
189466
Mikudag 19. mars
Ein søga um 45 ár (3:3)
189445
Mikudag 19. mars
Ein søga um 45 ár (2:3)
189444
Týsdag 18. mars
Veðrið
189386