Góðan morgun Føroyar

Tú upplivir eitt sindur av hvørjum
15-02-2023
Tá tú ert í læru sum móttøkufólk á einum hotelli, skalt tú vera til reiðar at loysa nógvar ymiskar uppgávur.

Ert tú dugnalig til hetta starv, kann tað vera, at tú í lærutíðini verður biðin um at umboða tín skúla til DM í skills. Hetta er ein kapping fyri lærlingar, sum eru farnir undir eina yrkissútbúgving, og ein teirra, sum kappaðist í Danmark í farnu viku, var Petra Ingebrigtsen, sum er í læru á hotel Brandan í Havn.

Sum móttøkufólk ert tú tann, sum viðskiftafólk fyrst koma til, um tey hava rís ella rós, spurningar ella viðmerkingar, og tá skalt tú vera til reiðar til eitt sindur av hvørjum.

- Ein av uppgávunum í kappingini var at hjálpa einum pari, sum ikki hevði fingið blund í eyguni alla náttina, tí ball hevði verið inni í kamarinum við síðuna av. So var tað upp til mín at loysa støðuna á ein hátt, so viðskiftafólkini kendu seg væl viðfarin, samstundis sum hotellið varðveitti sítt.

Soleiðis sigur Petra um eina av uppgávunum, hon skuldi loysa til DM í skills. Petra gjørdist ikki vinnari av kappingini, men hon kom heim við tveimum serprísum innan 'Personlig fremtoning' og 'Godt værtskab og gæstekontakt.

Petra verður útlærd sum móttøkufólk í mars mánaða og ætlar sær so avgjørt at halda fram í ferðavinnuni eftir tað.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Urd Johannesen lesur, veðrið
13-11-2026
Føroyskar sagnir, Høgni Mohr, Faðir vár
12-11-2026
Prát og veðrið
12-11-2026
Gullmedalja, rithøvundaupplestur og útróður
11-11-2026
Les føroyskt - Sissal Kampmann, veðrið
09-11-2026
Kapping og yrkingar í Kina
06-11-2026