- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar

Plátubarrin 10 ár
16-02-2023
Sendingin er vorðin ein lívsstílur hjá mær, ásannar verturin, Jákup Magnussen
Fyri mong er Plátubarrin ímyndin av einum góðum leygarkvøldi. Í dag eru liðin júst 10 ár síðani fyrsta barrin var send.
Upprunaliga var sendingin tríggjar tímar til longdar. Í dag er hon heilar seks tímar, men konseptið líkist sær sjálvum.
Jákup Magnussen leggur nógv fyri, tá ið hann ger Plátubarrina.
Sjálvur metir hann, at í minsta lagi 50 tímar verða brúktir til hvørja sending.

Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500