- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar

Tólv starvsfólk í almannaverkinum hava seinastu árini fingið eina eftirútbúgving sum kynslívsvegleiðarar, og hesar útbúgvingar vera dúgliga brúktar á bústovnum og stovnum kring landið.
- Tað er týdningarmikið, at fólk kenna síni egnu mørk og mørkini hjá øðrum, og tað er gjøgnum dialog at hesi koma til sjóndar. Tað er ymiskt, hvussu tey eru fyri, og ymiskt, hvørji mørk fólk hava, og so tosa vit um tað, sigur Rakul Lisberg, sum er útbúgvin kynslívsvegleiðari.
Ein yvirskipaður kynslívspolitikkur er í almannaverkinum, men ætlanin er at fara víðari eisini.
- Nú er ætlanin, at hvør stovnur sær skal hava ein kynslívspolitikk fyri at fáa starvsfólkabólkarnar at tosa um seksualitet og fyri at tryggja, at borgarin fær vegleiðing og somu viðferð hvønn dag, uttan mun til hvør er til arbeiðis á stovninum. Og ikki minst, er tað fyri at seta hol á evnið og at tosa um kynslívið.
- Trivnaðurin hjá hesum fólkum verður heilt víst betri, tá ið tey sleppa at tosa um hesar kenslur, sum tey hugsa nógv um. Tá ið starvsfólkini eru ílatin til hesar samrøðurnar, kann tað vera ein lætti at sleppa av við hetta, sum tey grunda yvir, sigur Rannvá í Løðu, sum eisini arbeiðir sum kynsvegleiðari.
