Kinesiski forsetin boðin á vitjan í Iran

Kinesiski forsetin boðin á vitjan í Iran
Iranski forsetin hevur verið á vitjan í Beijing seinastu dagarnar
Iranski forsetin hevur verið á vitjan í Kina, og nú hevur hann boðið kinesiska forsetanum til Iran.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
16.02.2023 - 16:02

Kinesiski forsetin, Xi Jinping, hevur tikið av innbjóðingini um at koma á almenna vitjan í Iran.

Ebhramhin Raisi, forseti í Iran, hevði boðið Jinping á vitjan, sæst í felags kunning frá Iran og Kina.

Raisi hevur verið í kinesiska høvuðsstaðnum Beijing í tríggjar dagar.

 

Hava tætt samband

Endamálið við ferðini er at styrkja búskaparliga samstarvið millum londini.Enn er ikki greitt, nær vitjanin í Iran verður.

Iran og Kina hava tætt búskaparligt samstarv m.a. um orku, landbúnað, handil og íløgur. 

Kina er størsti handilsfelagi hjá Iran, skrivar NTB.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 21. juni
Bolero 21. juni 2026
209994
Sunnudag 21. juni
Guðstænasta í Vágs kirkju
209984
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974