Góðan morgun Føroyar

Javnstøðuarbeiðið er ógvuliga samansett
17-02-2023
- Tað eru nógv viðurskifti, ið hava við javnstøðu millum kynini at gera, ið enn eru langt frá komin á mál, og tað er arbeiði, har eingin einføld loysn er

Brandur Mortensen Nolsøe, samskipari í Javnstøðunevndini og Demokratia, hevur júst verið á norðurlendskari ráðstevnu um javnstøðu. Evnini eru mong, og tað ber til at hyggja eftir alskyns fyribrigdum við javnstøðubrillum.

Á ráðstevnuni tosaðu tey millum annað um, hvussu tað gongur við javnstøðu í Norðurlondum, sum altíð hava gingið á odda viðvíkjandi javnstøðu millum kynini, og hvørji afturstig eru.

Brandur nevnir harðskap, sum veksur kring allan heimin, millum annað eisini harðskapur, sum menn fremja móti kvinnum.

- Hetta er nakað, sum vit mugu tosa meira um heima í Føroyum eisini, sigur Brandur.

Korona hevur eisini ávirkað kynsjavnstøðu á tann hátt, at fólk fullu aftur í meira siðbundnar kynsleiklutir.

Harafturat eru nógvar stórar avgerðir tiknar uttan nakra kvinnuluttøku í Evropa undir koronatíðini, vísir gransking.

Javnstøðuarbeiðið er ógvuliga samansett og tað eru nógv mál at arbeiða við í Føroyum, sigur Brandur Nolsøe Mortensen.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Urd Johannesen lesur, veðrið
13-11-2026
Føroyskar sagnir, Høgni Mohr, Faðir vár
12-11-2026
Prát og veðrið
12-11-2026
Gullmedalja, rithøvundaupplestur og útróður
11-11-2026
Les føroyskt - Sissal Kampmann, veðrið
09-11-2026
Kapping og yrkingar í Kina
06-11-2026