Gera yvirlitstrolingar á landgrunninum og Føroyabanka

Gera yvirlitstrolingar á landgrunninum og Føroyabanka
Jákup Sverri ger tveir túrar í februar og mars og aftur í august. Á Føroyabanka verður gjørdur ein túrur í mars og ein í september
Jákup Sverri fer nú at gera yvirlitstrolingar.
 
20.02.2023 - 09:06

Næstu vikurnar ger havrannsóknarskipið, Jákup Sverri, yvirlitstrolingar á landgrunninum og á Føroyabanka.

Yvirlitstrolingarnar, sum hava til endamáls at geva vitan um lutfalsligar nøgdir av fiski í einum øki, og at geva so nógvar upplýsingar um fiskin sum gjørligt, byrjaðu í hesi vikuni og halda fram til 22. mars.

Tóvini eru so spjadd sum gjørligt um alt tað økið, ið verður kannað, og kanningarnar verða gjørdar soleiðis, at úrslitini kunnu samanberast frá einum ári til árs.

Á landgrunninum eru tveir túrar í februar og mars og so aftur tveir í august, og talan er um 100 tóv um várið og 200 um summarið.

Á Føroyabanka verður gjørdur ein túrur í mars og ein í september, og har verða gjørd 29 tóv á hvørjum túri.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423