Eitt valevni aftrat til sessin sum forfólk í SNP

Eitt valevni aftrat til sessin sum forfólk í SNP
Kate Forbes, fíggjarmálaráðharri, hevur boðað frá, at hon stillar eisini upp.
Kate Forbes fer eisini at kappast um sessin sum forfólk í SNP.
Mynd: The Guardian  
 
20.02.2023 - 11:48

Kate Forbes, skotski fíggjarmálaráðharrin, boðar nú frá, at hon stillar eisini upp sum forfólk í skotska tjóðskaparflokkinum, SNP. Tað skrivar BBC.

Forkvinnan, Nicola Sturgeon, sum er tann, ið hevur sitið longst sum fyrstiráðharri í Skotlandi, boðaði heldur óvæntað í farnu viku frá, at hon leggur frá sær.

Heilsumálaráðharrin, Humza Yousaf, var skjótur at siga, at hann stillar upp sumforfólk í flokkinum. Nú fær hann so kapping frá Kate Forbes.

Nýtt forfólk skal veljast næstu seks vikurnar við atkvøðugreiðslu fyri flokslimirnar. Úrslitið er greitt 27. mars.

 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Fríggjadag 19. juni
Vikuskiftið 19 juni 2026
209945
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. juni
Veðrið
209937
Fríggjadag 19. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209901
Hósdag 18. juni
Veðrið
209894
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804