Góðan morgun Føroyar

Mynd krevur ikki altíð samtykki
21-02-2023
Ofta stinga ivamál seg upp um, hvørjar reglurnar eru, tá myndir av børnum og næmingum verða lagdar út. Tí hevur Dátueftirlitið nú gjørt minnislista til barnagarðar og skúlar.

Tað er ein sannroynd, at nógvir barnagarðar og skúlar brúka Facebook, tá myndir verða lagdar. Tað er ikki besta loysnin.

Frægari var, um annar pallur bleiv brúktur til endamálið, sigur Tóri Højgaard, stjóri á Dátueftirlitinum.

Vegleiðingin, sum kann brúkast til at tryggja, at dátuverndarlógin verður hildin í sambandi við nýtslu av myndum av bæði børnum og starvsfólki, kann síggjast á hesum leinki.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Urd Johannesen lesur, veðrið
13-11-2026
Føroyskar sagnir, Høgni Mohr, Faðir vár
12-11-2026
Prát og veðrið
12-11-2026
Gullmedalja, rithøvundaupplestur og útróður
11-11-2026
Les føroyskt - Sissal Kampmann, veðrið
09-11-2026
Kapping og yrkingar í Kina
06-11-2026