Góðan morgun Føroyar

Kilimanjaro var eitt spæl
21-02-2023
Jens Jákup Hansen kennir seg nú nógv betri brynjaðan til túrin niðan á Aconcagua í Argentina tíðliga næsta ár

Ætlanin hjá Jens Jákupi Hansen at røkka hægsta fjall í Afrika og síðani Suðuramerika, hevur verið nógv umrødd.

Nú er fyrsti partur avgreiddur, tí Jens Jákup hevur, saman við ferðafelaga sínum, Gunduri Mortensen, vunnið á Kilimanjaro.

- Hetta var ein nógv lættari túrur, enn eg hevði væntað, sigur Jens Jákup Hansen.

At ganga um allar Vágar var størri avbjóðing, leggur hann aftrat. Kortini var ferðin lærurík.

Her sæst video frá síðstu náttini.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Urd Johannesen lesur, veðrið
13-11-2026
Føroyskar sagnir, Høgni Mohr, Faðir vár
12-11-2026
Prát og veðrið
12-11-2026
Gullmedalja, rithøvundaupplestur og útróður
11-11-2026
Les føroyskt - Sissal Kampmann, veðrið
09-11-2026
Kapping og yrkingar í Kina
06-11-2026