Góðan morgun Føroyar

Her er fantastiskt at vera
22-02-2023
Tórshavnar Bátafelag liggur í hjartanum í Havnini í einum góðum og livandi umhvørvi

Í gjár kundi Tórshavnar Bátafelag hátíðarhalda 25 ára stovningardag, og í dag er felagið eitt sunt og gott felag við nógvum virksemi, ið gagnar bæði limum og umhvørvinum kring húsið hjá felagnum, sum liggur á Bryggjubakka í Havn. Hetta eru teir tríggir Debes Danberg, Jógvan Bæk og Odd Bjellvåg samdir um. Teir eru allir í nevndini í felagnum og gera nú klárt til at hátíðarhalda stovningardagin við einari veitslu í næsta mánað.

Hjartað í felagnum er húsið, sum felagið eigur og deils leigar út. Tað er í stóran mun bygt við sjálvbodnari arbeiðsmegi, og verður nýtt til alt frá morgunmati til limirnar leygarmorgnar til veitslur og til gestir av bátum at vaska klæðir.

Í Føroyum eru fólk glað fyri at sigla, og sjálvt um bátaplássini í Tórshavnar kommunu nú eru eini 7-800 í tali, so er bíðilistin eftir einum bátaplássi enn langur.

- Felagsskapurin millum tey, sum hava bát, er góður. Umframt teir skipaðu túrarnar, sum bæði hava verið í Føroyum og til útlond, so sigla vit ofta ein, tveir, tríggir bátar avstað til støð í Føroyum, har vit kunnu liggja vikuskifti, og har er eitt gott samanhald, sigur Jógvan Bæk, næstformaður.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Urd Johannesen lesur, veðrið
13-11-2026
Føroyskar sagnir, Høgni Mohr, Faðir vár
12-11-2026
Prát og veðrið
12-11-2026
Gullmedalja, rithøvundaupplestur og útróður
11-11-2026
Les føroyskt - Sissal Kampmann, veðrið
09-11-2026
Kapping og yrkingar í Kina
06-11-2026