19 mió. kr. at gera klárt at byggja hotell í Klaksvík

19 mió. kr. at gera klárt at byggja hotell í Klaksvík
Klaksvíkar býráð skal viðgera málið á býráðsfundi í dag og taka støðu til, um 19,2 mió. kr. skulu játtast, og sáttmála við smápartafelagið 31.oktober 2022.
Soleiðis ímyndar mann sær, at nýggja hotellið í Klaksvík skal síggja út
 
23.02.2023 - 08:03

Tað fer at kosta góðar 19 milliónir krónur, uttan meirvirðisgjald, at gera økið, har hotellið í Klaksvik skal byggjast, byggibúgvið og gera økið uttanum liðugt.

Tað sigur ein kostnaðarmeting.

Klaksvíkar býráð skal viðgera málið á býráðsfundi í dag og taka støðu til, um 19,2 mió. kr. skulu játtast, og sáttmála við smápartafelagið 31.oktober 2022.  

Klaksvíkar kommuna rindar smápartafelagnum 31.oktober 2022, sum skal byggja hotellið, eina upphædd til at gera økið klárt og liðugt.

Síðani skal felagið sjálvt fáa økið gjørt.

 

Skal vera klárt í apríl 2025

Eingir pengar eru settir av í fíggjarætlanini fyri 2023.

Klaksvíkar kommuna skal tí rinda sín part í 2024 og 2025, so hotellið kann lata upp til ásettu tíðina, sum er í apríl 2025.

Felagið, sum skal byggja hotellið, hevur biðið at fáa tunnilsgrót, 5000 rúmmetrar, sum eftir ætlan skal nýtast til útfylling í Norðhavnini. 

Virðið á grótinum, sum verður tikið frá útfyllingini í Norðhavnini, skal latast aftur til verkætlanina í Norðhavnini fyri 1.juni, ætlar býráðið.


 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. juli
Vikuskiftið 3. juli 2026
210491
Fríggjadag 3. juli
HM-tíðindi 3. juli 2026
210478
Fríggjadag 3. juli
Morgunlestur
210452
Hósdag 2. juli
RagnarRokk 2.juli 2026
210388
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. juli
Veðrið
210489
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360