- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar

Beint fyri árslok skifti Vár Erlingsdóttir Eidesgaard Føroyar og Havnar Smimjifelag út við USA og svimjiliðið hjá Florida International University (FIU).
Vár hevur fingið eitt sokallað stipendium ella 'scholarship' á Florida International University í Miami. Tað vil siga, at hon svimur fyri universitetið, og afturfyri fær hon skúlagongdina ókeypis.
Vár er í holt við at taka ein bachelorútbúgving í lívfrøði.
- Størsta broytingin er at tosa enska málið, sigur Vár, sum eisini skal venja seg við at ganga á einum universiteti við 60.000 lesandi.
HS búmerkið skift út við FIU Panthers
Vár Erlingsdóttir Eidesgaard svimur nú fyri Panthers, sum svimjiliðið á FIU eitur.
Hon trívist væl í nýggja venjingarumhvørvinum og hevur nógv gott at bera nýggju liðfeløgunum.
- Eg havi aldrin upplivað samanhald sum her, vit hjálpa og stuðla hvørjum øðrum, tað er ordiliga fantastiskt.
Vár Erlingsdóttir Eidesgaard svimur nú fyri Panthers.
