Góðan morgun Føroyar

Í myrkrinum eru øll eins
23-02-2023
Tá tú sum blind ferðast millum tey síggjandi, veitst tú, at tey hyggja at tær, men tá tey koma inn í myrkrið, er søgan ein onnur.

Ruth Thomsen er ein teirra, ið skipar fyri tiltaki, sum Føroya Blindafelag bjóðar síggjandi fríggjakvøldið og leygarkvøldið. Hon hevur mist sjónina og heldur tað vera týdningarmikið at geva síggjandi ein møguleika at merkja, hvussu tað er at liva í bølamyrkri.

- Tey sleppa inn í okkara verð eina løtu og fáa eina góða aha-uppliving. Tú kanst kunna teg so nógv, sum tú vilt, men tað gevur ikki tað sama, sum tað ger, um tú roynir tað, sigur Ruth.

Tað, sum er á skránni hjá teimum, sum hava keypt atgongumerki, er ein matskrá við seks rættum við antin juice- ella vínskrá afturvið, og henda máltíð verður etin í myrkri.

- Tann størsti sansurin verður tikin frá fólki, tá tey koma inn her, og tey gerast ofta still fyrstu løtuna, tey koma inn, tí tey skulu líka savna seg. Tað fyrsta, sum slær til, er ofta luktisansurin, so fólk lukta ofta forrættin, longu tá tey koma inn í rúmið og byrja at gita.

Ruth upplivir, at sum kvøldið líður, gerast fólk eyðmjúk, tí at tey fáa loyvi til at uppliva hetta og síðan sleppa út aftur, har tey fáa sína fullu sjón aftur, meðan tey vita, at onnur eru, sum liva í tí.

- Tá fólk ikki kunnu brúka eyguni til at síggja tað, sum er á borðinum, so fara tey at brúka fingrarnar og føla seg fram í staðin og finna soleiðis út av, hvussu týdningarmikið amboð hendurnar eru hjá einum, sum er blindur, og tað er ein vitan, sum er góð at hava við sær víðari, sigur Karin Kass, sum saman við Ruth skipar fyri tiltakinum.

 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Urd Johannesen lesur, veðrið
13-11-2026
Føroyskar sagnir, Høgni Mohr, Faðir vár
12-11-2026
Prát og veðrið
12-11-2026
Gullmedalja, rithøvundaupplestur og útróður
11-11-2026
Les føroyskt - Sissal Kampmann, veðrið
09-11-2026
Kapping og yrkingar í Kina
06-11-2026