Makrelfundurin skuldi vera á ráðharrastigi

Makrelfundurin skuldi vera á ráðharrastigi
Av tí at stórtingsval er í Noregi mánadagin, verður fundurin í Reykjavík um vikuskiftið á embætismannastigi
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, sigur, at endamálið við fundinum í Reykjavík verður at halda gongd í makrelmálinum
 
06.09.2013 - 11:50

Upprunaliga ætlaði Ísland, sum hevur boðið strandarlondunum til fundar um makrel í Reykjavík í morgin og sunnudagin, at fundurin skuldi vera á politiskum stigi, tað er ráðharrafundur.Tí høvdu Føroyar einki ímóti, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður.

Men hjá øðrum lá ikki fyri. Millum annað er stórtingsval í Noregi mánadagin. Tí verður fundurin í Reykjavík millum embætisfólk og samráðingarleiðararnar hjá strandarlondunum.

Halda gongd í makrelmálinum

Grundarlagið undir fundinum í Reykjavík er eitt annað enn undir fundinum, sum var í London fyrst í vikuni, sigur landsstýrismaðurin. Endamálið við fundinum í London var at royna at byrja samráðingar um nýtt býti av norðhavssildini.

Tað er ikki endamálið við makrelfundinum í Reykjavík. Endamálið við tí fundinum er meira at halda gongd í makrelmálinum. Ísland, sum ES hóttir við handilsforðingum viðvíkjandi makreli, hevur boðið til fundar í Reykjavík.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. januar
Hetta er Filip
203375
Mikudag 28. januar
Hetta er Bjarki
203376
Mikudag 28. januar
Hetta er Emma
203377
Mikudag 28. januar
Hetta er Jóhanna
203378
Mikudag 28. januar
Hetta er Sophilia
203379