- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar

Dreymar og dreymatýðing
24-02-2023
Kennir tú tað, tá ið man hevur droymt um at missa tenn og fer á netið at leita eftir, hvat ein slíkur dreymur merkir? Í poddvarpsrøðini "Dreymasavnið" gera tey júst tað.
Mia H. Smith, sum er listafólk og starvast sum grafikari, er vertur í poddvarpsrøðini.
Fyrsti partur er úti, og annar partur er longu lagdur til rættis.
Í poddvarpinum tosa tey um dreymar, royna at týða teir og finna eina djúpri meining.
Hon og tøkningurin Karl Andrias Stórá leggja sendingina til rættis.
Í fyrsta parti práta tey um ein dreym, sum Mia hevði, har sangurin "Nakkapirran" hevði ein stóran leiklut.
Ein kann hoyra poddvarpsrøðina "Dreymasavnið" á Spotify og Youtube.

Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500