Góðan morgun Føroyar

Fríggjadagspanelið: Tað er ikki neiligt, at børn tosa enskt
24-02-2023
Eitt ár við kríggið millum Russland og Ukraina og føroyska málið hjá teimum ungu.

Í dag er tað eitt á síðani, at Russland leyp á Ukraina. Kríggið heldur enn fram, men fyllir tað líka nógv hjá okkum í Føroyum í dag, sum tað gjørdi 24. februar í 2022? Tað er fyrsta evni í dag.

Næsta evni er føroyska málið og ensk orð. Týskvøldið í Degi og Viku, var tosað um, at ung brúka ov nógv ensk orð sínámillum. Summi halda, at hetta er ein trupulleiki fyri tað føroyska málið. Tey trý siga, at tað er ikki so neiligt, sum tað ljóðar, at ung duga væl enskt í dag. 

Í panelinum hesa ferð eru Bjørn Hentze Bech, verkætlanarfólk í Kringvarp Føroya, Bjarni Arge, miðlafrøðingur og Siri Súsonnudóttir Hansen, sosiologur. 

 

 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Urd Johannesen lesur, veðrið
13-11-2026
Føroyskar sagnir, Høgni Mohr, Faðir vár
12-11-2026
Prát og veðrið
12-11-2026
Gullmedalja, rithøvundaupplestur og útróður
11-11-2026
Les føroyskt - Sissal Kampmann, veðrið
09-11-2026
Kapping og yrkingar í Kina
06-11-2026