- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar

Hondbóltssamband Føroya hevur úr at gera í sambandi við hondbóltssteypafinalurnar. Í kvøld, morgin og sunnudagin verða finalur í øllum aldursbólkum leiktar.
Fyrireikingarnar ganga væl, og vit eru spent til vikuskiftið, sigur Hans Jón Thomsen, stjóri í Hondbóltssambandinum.
Hjá kvinnum er steypafinalan millum somu lið, sum í fjør, H71 og Kyndil. Dysturin hjá kvinnunum verður kl. 16.30 leygardagin.
Hjá monnum er KÍF í steypafinaluni fyri fyrstu ferð síðani 2014, og teir skulu spæla móti H71, sum hevur verið við seks ferðir síðani 2015. Dysturin hjá monnum er kl. 19.00.
Ári Rouch, samskipari hjá hondbóltssambandinum, væntar nakrar spennandi steypafinalur og nógvar áskoðarar. Serliga H71 og KÍF eru kend fyri at hava ídnar fjepparar.
Kringvarpið sendir frá báðum dystunum og byrjar at senda hálvan tíma, áðrenn dystarbyrjan.
