Framvegis ósemja um Barentshavið og samhandilin við Russland

Framvegis ósemja um Barentshavið og samhandilin við Russland
Umboð fyri allar flokkar vóru í Breddanum fyrrapartin, nú eitt ár er liðið síðani russisku innrásina í Ukraina
Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
24.02.2023 - 13:57

Meðan løgtingið og landsstýrið í dag vístu sín samhuga við Ukraina á ársdegnum fyri innrásina, er tað lítið, sum bendir á, at tað fer at eydnast politikarunum í løgtinginum at finna semju um, hvat skal henda við føroyska fiskiskapinum í Barentshavinum og samhandlinum við Russland. 

Tað kom fram, tá umboð fyri politisku flokkarnar vóru gestir í Breddanum fyrrapartin.

 

Jacob Vestergaard, Fólkaflokkurin. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkismálum, segði, at arbeitt verður í løtuni við at lýsa, hvørjar møguleikar Føroyar hava.

Tað arbeiðið skal so leggjast fyri allar flokkar, men nær hetta arbeiðið verður liðugt, veit landsstýrismaðurin ikki enn.

Andstøðan finst at Høgna Hoydal fyri ikki at hava viðgjørt málið saman við andstøðuni.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

24022023_Ordaskifti_um_Ukraina

 

Allur Breddin kann hoyrast HER.

 

Helgi Abrahamsen, Sambandsflokkurin. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Jenis av Rana, Miðflokkurin. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Uni Holm Johannesen, Javnaðarflokkurin. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Ruth Vang, landsstýriskvinna. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Leygardag 3. oktober
26. Jambalaja - 031026
214221
Leygardag 3. oktober
Upp á tá - 021026
214219
Fríggjadag 2. oktober
Vikuskiftið 2 okt 2025
214203
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189