Góðan morgun Føroyar

Hotellstjórin farin til sjós
27-02-2023
- Eg var so bitin av arbeiðinum, at eg gloymdi familjuna. Tí valdi eg at gevast, sigur Martin Restorff, fyrrverandi hotellstjóri, sum nú er farin til sjós at arbeiða.

Í fýra ár var Martin Restorff at kalla ímyndin av Hotel Hilton.

- Eg arbeiddi altíð, og eg elskaði tað. Og av tí sama var eg so at siga ongantíð heima. Í tey fýra árini, eg var stjóri á Hilton, koyrdi eg børnini í skúla eina ferð. Og ongantíð kundi eg fara við teimum til ymiskt frítíðarvirksemi og ítróttakappingar.

Orðini eigur Martin Restorff, sum í fjør valdi at siga seg úr starvi sum stjóri á Hotel Hilton Garden Inn. Hann vil brúka meira tíð saman við konuni og børnunum og annars bara kunna taka sær av løttum.

Og so hevur hann fingið sær eitt avloysarastarv. Onkrar túrar hjá nótaskipinum Katrin Jóhonnu er hann við sum kokkur.

- Hetta er fantastiskt. Eg stórtrívist umborð, og mær dámar væl at gera mat til manningina, sigur Martin Restorff.

Í morgunsendingini fortelur Martin Restorff um starvsskiftið, um tey fýra árini hann stjórnaði nýggja hotellinum í Havn, og hvat tað var, sum fekk hann at gevast í hotellvinnuni.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Urd Johannesen lesur, veðrið
13-11-2026
Føroyskar sagnir, Høgni Mohr, Faðir vár
12-11-2026
Prát og veðrið
12-11-2026
Gullmedalja, rithøvundaupplestur og útróður
11-11-2026
Les føroyskt - Sissal Kampmann, veðrið
09-11-2026
Kapping og yrkingar í Kina
06-11-2026