BERIN 20 ÁR: Eingin skipað hjálp var til børn, ið høvdu mist ein kæran

BERIN 20 ÁR: Eingin skipað hjálp var til børn, ið høvdu mist ein kæran
Sunnukvøldið 5. mars verður innsavningarsending fyri felagsskapin Beran send í sjónvarpinum í sambandi við, at Berin hevur virkað í 20 ár
Oddvør Poulsen, leiðari, og Jóngerð Poulsen og Anna Dalsgaard, ið tóku stig til Beran
 
27.02.2023 - 14:04

Í 2002 starvaðust Anna Dalsgaard, lærari, og Jóngerð Poulsen, heilsusystir, í Eysturskúlanum í Havn. 

"Eg plagdi at síggja flaggið í heilsum fara í hálva stong uttanfyri skúlan. Eg bleiv ørkymlað, tí eg sum lærari ikki hevði tíð at taka mær av teimum børnum, ið høvdu mist ein kæran. Tað tosaðu Jóngerð og eg nógv um, og tað var gjøgnum hesar samtalurnar á lærarastovuni í Eysturskúlanum, at hugskotið um at stovna Beran birtist," greiðir Anna Dalsgaard frá. 

Tað byrjaði við einum kunnandi fundi í Eysturskúlanum.

Nógv fólk møttu. Serliga nógv eldri fólk - eldri menn. Fleiri teirra, sum vórðu møtt, høvdu mist foreldur sum børn.

Tey minnast ikki, at nakar tosaði um hetta, tí hetta var ikki nakað, ið ein skuldi tosað um.

20230227_NET_BERIN_LANDSINNSAVNING_01

 

Virksemið nógv víðkað

Stutt eftir stovnanina av Beranum, kom Oddvør Poulsen afturat.

Í 2013 varð hon sett sum dagligur leiðari, og tað er hon framvegis í dag.

Eftir at Oddvør Poulsen varð sett í starv sum leiðari í Beranum er virksemið víðkað munandi.

Í dag hevur Berin sálarfrøðiliga hjálp og sorgarbólkar til bæði børn og foreldur, sum hava mist ein kæran.

20230227_NET_BERIN_LANDSINNSAVNING_02
 
Landsinnsavning 5. mars

Innsavningarsending fyri felagsskapin Beran verður send í sjónvarpinum sunnukvøldið 5. mars klokkan 19. 

Longu nú ber til at stuðla landsinnsavningini. Hetta kunnu tit gera við at flyta pening á konto hjá Beranum í einum av hesum peningastovnum.

  • Bank Nordik 6460 - 6379054
  • Betri Banki 9181 - 5792772
  • Norðoya Sparikassi 9865 - 3287453
  • Suðuroyar Sparikassi 9870 - 3070868

Eisini ber til longu nú at senda sms til 1630 (bert Føroya Tele kundar) ella ringja á telefonnummar 905630 (Føroya Tele/Nema kundar), so stuðlar tú við 150 krónum.

Nærri kunning um tiltakið er tøk á heimasíðuni hjá Beranum á berin.fo.


 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. mars
Bønhústoftin á Velbastað
206355
Fríggjadag 27. mars
Morgunlestur fríggjadagur 27.mars 2026
205924
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 27. mars
KAKUMiKS 2 (2:7)
206356
Hósdag 26. mars
Løgtingsval 2026
206335
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224