Arbeiðsgevarar: Allar serskipanir eiga at verða tiknar av

Arbeiðsgevarar: Allar serskipanir eiga at verða tiknar av
Lønarinntøkan, og ikki hvar tú arbeiðir, skal gera av, hvat tú rindar í skatti, sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag
Niels Winther er stjóri í Føroya Arbeiðsgevarafelag.
 
27.02.2023 - 18:00

Skattafrádrátturin til sjófólk og fólk, sum arbeiða uttanlands, eigur at verða tikin av.

Og fiskavirkisskipanin eigur eisini at verða tikin av.

- Vit eiga at strika allar serskipanir og lækka lønarskattin, heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag. 

Tað eigur at vera lønarinntøkan, og ikki hvar tú arbeiðir, sum avger, hvat tú rindar í skatti. Og tað eigur heldur ikki at vera munur á arbeiðsloysisskipanum, siga arbeiðsgevararnir.

Hoyr Niels Winther, stjóra í Føroya Arbeiðsgevarafelag, í útvarpstíðindunum:

 

27022023_Niels_Winther


 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595