Góðan morgun Føroyar

Etur einki 16 tímar hvørt samdøgur
28-02-2023
- Fastingin ger mær væl. Blóðsukrið liggur stabilt, eg havi orku og kenni meg lættan, sigur Justinus Eidesgaard, sum síðani 2018 hevur fastað 16 tímar hvørt samdøgur.

Síðani 2018 hevur Justinus Eidesgaard fastað. Tað vil siga, at í 16 tímar etur hann als einki og hinar átta tímarnar, sum eftir eru av samdøgrinum, etur hann tað, honum lystir.

Sambært honum Justinus Eidesgaard eru fleiri fyrimunir við hesum lívsstílinum.

- Tað er ikki tað, at eg gangi gorhungraður. Tað sær út, sum at kroppurin er programmeraður til at liva akkurát soleiðis, sum eg livi í dag. Ofta tá eg havi etið um morgunin ella á middegi, so havi eg lyndi til at blíva linur. Nú eri eg meira kvikkur í tí, sigur Justinus Eidesgaard.

Frá mánadegi til fríggjadag fastar hann, men aloftast etur hann ein góðan morgunmat um vikuskiftið. Og hann merkir ein mun tá.

- Eg eri sindur meira linur tá, tí tað er matur í búkinum. Soleiðis ávirkar tað meg allarmest. Tølini fyri blóðsukrið drøna uppeftir, og tá skal eg eisini brúka meira insulin, sigur Justinus Eidesgaard, sum hevur diabetes týpu 2.

Magni Mohr, professari í fysiologi, vísir á, at ymisk gransking bendir á, at fyrimunir kunnu vera við at fasta júst soleiðis, sum Justinus Eidesgaard ger.

Í morgunsendingini fortelja teir báðir um fyribrigdið at fasta.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Urd Johannesen lesur, veðrið
13-11-2026
Føroyskar sagnir, Høgni Mohr, Faðir vár
12-11-2026
Prát og veðrið
12-11-2026
Gullmedalja, rithøvundaupplestur og útróður
11-11-2026
Les føroyskt - Sissal Kampmann, veðrið
09-11-2026
Kapping og yrkingar í Kina
06-11-2026