- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar

Tá bretska forlagið Puffin skuldi geva barnabøkurnar hjá Roald Dahl út av nýggjum, skuldi hetta vera í nýggjum hami, har orð sum 'feitur', 'ljótur' og 'løgin' eru tikin úr, eins og summar orðingar eru broyttar, so tær eru meira tíðarhóskandi.
Stórt kjak hevur síðan tikið seg upp, og nú hevur forlagið so gjørt av at geva bøkurnar út í báðum útgávum. Men er hetta at broyta í bókum millum útgávur nýtt?
Nei, sigur Niels Jákup Thomsen, stjóri á Bókadeild Føroya Lærarafelags.
- Tá vit hugsa um barnabókmentir, so eru nógvar av teimum gomlu barnabókunum skrivaðar til vaksin fólk, og so umskrivaðar við tíðini, so tær hóska betur til børn. Dømi um hetta eru Jules Verne bøkurnar, sum eru nógv broyttar í útgávunum. Tó so, tá vit á Bókadeildini gera ein sáttmála við ein rithøvund, so skriva vit undir uppá, at vit einki broyta, og at vit lova at vera trúgv mótvegis tekstinum.
- Kanska man er farin ov langt í hesum førum, tí man er farin longur enn til bert at broyta nøkur heiti og máta at siga tingini, men man hevur lagt afturat og drigið frá, og tá gert tú teg meira inn á tað skrivaða, enn man plagar at gera, og tað er helst tað, sum bæði lesarar og rithøvundar eru óð um, sigur Marna Jacobsen um tað, sum bretska forlagið ætlaði at gera hesaferð.
Men kunnu foreldur ikki bara lesa bøkurnar á sín hátt fyri børnunum og soleiðis avgera, hvat sagt verður?
- Jú, tað kann man gott siga, men tað kann eisini vera, at summar bøkur so vera valdar frá, tí tær eru ov nógv av tí góða, men haldi eisini, at forløg hava eina skyldu til at vera dagførd. Til dømis eru bøkur, sum eg las, tá eg var lítil, sum eg ikki hevði funnið uppá at lisið fyri mínum børnumi dag, sigur Fía Lindenskov, sum lesur nógv fyri sínum børnum.
Hoyr alt kjakið her
