Kommunur eiga at bjóða arbeiði út

Kommunur eiga at bjóða arbeiði út
Reglurnar áttu at verið tær somu fyri land og kommunur, sigur ráðgevi í Fíggjarmálaráðnum
Reglurnar um útbjóðing eiga at vera tær somu fyri land og kommunur, heldur ráðgevi í Fíggjarmálaráðnum. (Savnsmynd)
 
01.03.2023 - 11:52

Breið semja um, at kommunur eiga at bjóða út alment allar verkætlanir í ávísari stødd. 

-  Reglurnar áttu at verið tær somu fyri land og kommunur, sigur Atli S. Leo, ráðgevi í Fíggjarmálaráðnum.

Formaðurin í Føroya Handverksmeistarafelag, Magnus Magnussen, heldur tað vera burturvið, at kommunurnar í nógvum førum lata vera við at bjóða verkætlanir út.

 

Magnus Magnussen, formaður í Føroya Handverksmeistarafelag.

 

Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavík og formaður í Kommunufelagnum, heldur, at tað skal vera eitt niðara mark fyri støddini á verkætlanini, men í eini ávísari stødd eigur alt at verða boðið út.  

 

Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri og formaður í Kommunufelagnum. 

 

Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Ruth Vang, heldur tað vera sjálvsagt, at kommunurnar bjóða út allar verkætlanir av týdningi. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

01032023_Atli_Leo

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672