Veðrið: Besti dagurin í árinum higartil

Veðrið: Besti dagurin í árinum higartil
At kalla eingin vindur, klárt og sól. Miðjan á hátrýstinum, sum stendur fyri hesum góða veðrinum, er einar 100 fjórðingar vestan fyri Suðuroynna.
Gott veður uttanfyri Sortudíki í dag
Mynd: Kári Sólstein  
 
01.03.2023 - 14:50

Veðrið í einum øki, har hátrýst er, er vanliga gott við lítlum vindi og klárum lofti, um ikki altíð so klárum, sum tað er í morgun. 

At tað er hátrýst merkir, at nógv luft er savnað við leiðirnar hjá okkum. Hon søkkur trýstir seg niður á jørðina, og tekur guvuna (vatndampin) við sær niðureftir. Skýggini fara í upploysn. Hetta kallast subsidensur á fakmáli. 

Tað øvugt hendir kring lágtrýst. Tá verður luft syft uppeftir, og tí kølnar hon, guvan fer úr, og tað er skýggjað og regn. Tað kallast convection á fakmáli. 

 

Hátrýstið fer beint framvið Føroyar. Mynd: Veðurstova Føroya

 

Hátrýstið, sum liggur nær við Føroyar í dag, er máttmikið. Klokkan 6 í morgun var trýstið í miðjuni 1042 hPa. Tað er nokkso nógv. Stóra talið merkir, at nógv luft bíðar eftir at søkka niður.  

Metið í Føroyum er 1054 hPa, mált í Hvannasundi í 2020. 

Veðrið í dag:

New div after blockquote

Eitt hátrýst, 1042 hPa, beint vestan fyri Føroyar stendur mestsum í stað og viknar eitt sindur. Tað hevur við sær eitt sera veikt luftrák yvir Føroyar av útnyrðingi ella vestri. Forsøgn, galdandi til á middegi hósdagin, skrivað klokkan 09:00 UTC. Eitt lítið lot av norði, seinnapartin vestan, turt og klárt, bert einstakir bøklar á luftini. Í kvøld fer at draga á luftina, í nátt smáskýggjað. Hitin í dag millum 5 og 7 stig, í nátt niður í 3 stig.

 

Kelda: Veðurstova Føroya

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. juli
Lívia Mattos í løtuni á G!
194633
Hósdag 17. juli
3-2
194624
Hósdag 17. juli
Benjamin Rajani & Jónas Gaard á G!
194619
Mikudag 16. juli
3-2
194579
Mikudag 16. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
194550