10 skip landaðu 48.000 tons av svartkjafti uttanlands

10 skip landaðu 48.000 tons av svartkjafti uttanlands
Finnur Fríði landaði mest, 9.340 tons, í Íslandi og Noregi
Finnur Fríði landaði mest uttanlands í vetur, tilsamans 9.340 tons. (Savnsmynd: Varðin)
 
02.03.2023 - 09:49

10 føroysk skip landaðu svartkjaft uttanlands í vetur.

Talan er um 21 landingar í Íslandi, Noregi, Danmark og Írlandi, upplýsir Vørn.

Landað vóru sløk 48.000 tons.

Mest landaði Finnur Fríði. Hann landaði 9.340 tons í Íslandi og Noregi, landingarnar hjá honum vóru fýra.

Ango hevði eina landing í Íslandi, 1.487 tons. 

 

Kundu landa til í gjár

Føroysk skip kundu landa svartkjaft uttanlands frá 12.januar til og við í gjár, 1.mars.

Í fjør landaðu átta uppsjóvarskip svartkjaft 15 ferðir uttanlands, tá hetta var loyvt frá 23. apríl til 15.juni.

Tey landaðu 35.682 tons í Danmark, Íslandi og Noregi. Tað mesta, sløk helvtin, var landað í Íslandi.

Í 2021 landaðu 11 føroysk skip svartkjaft uttanlands.

22 landingar vóru tá, og landað vóru 54.258 tons.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. juli
Vikuskiftið 3. juli 2026
210491
Fríggjadag 3. juli
HM-tíðindi 3. juli 2026
210478
Fríggjadag 3. juli
Morgunlestur
210452
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. juli
Veðrið
210489
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360