- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar

56,8 miljónir verða útgoldnar í avlopsskatti í ár
02-03-2023
í næstum fara skattauppgerðir og sjálvuppgávur út til allar skattgjaldarar í Føroyum.
Í dag ber til at fara inn á borgaragluggan at kanna, um tú fært avlopsskatt, ella um tú hinvegin skalt gjalda tað, sum restar í.
Áhugin er ógvuliga stórur at vitja henda dagin, sigur Diana Gilstón, deildarleiðari á Stjórnarskrivstovuni hjá Taks.
Seinni í dag eru brøvini somuleiðis tøk í Mínboks. Eisini har er ferðslan ógvuliga stór henda dagin, ásannar Durita Hansen, samskiftisfólk hjá Talgildu Føroyum.

Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500